Stak friðarligt

Telefonin hevur so at siga ikki ringt á politistøðini, sigur vakthavandi.

Tað hevur verið stak friðarligt um alt landið í gjárkvøldið og í nátt.

 

- Telefonin hevur næstan ikki ringt. Tað einasta vit hava havt at gjørt, var atkoyra ein fullan mann til hús, og tað var í Klaksvík, sigur vakthavandi.

 

Hann heldur, at hetta er seiasta vikuskiftið í mánaðnum, og tað er so mikið tíðliga enn, at tey flestu hava ikki fingið løn enn, so kanska tað er ein orsøk til, at ikki so nógv fólk hava verið í býnum.

 

Men hvussu er og ikki, so hevur tað verið óvanliga friðarligt í nátt.