Stak friðarligt í nátt

Løgreglan hevur havt lítið at gera í nátt

Tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt - men tey hava verið í góðum lag.

 

Løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.

 

Men heilt arbeiðsleys verður løgreglan sjáldan og í nátt varð fráboðað, at herverk var framt á ein bil, sum stóð parkeraður í Gundadali í Havn.

 

Bakrúturin var brotin, men løgreglan veit einki um, hvør gerningsmaðurin er.

 

Ein annar maður boðaði eisini frá, at onkur hevði sligið hann. Hann hevði verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar, áðrenn hann boðaði løgregluni frá. Hann visti ikki, hvør tað var, sum sló, men hann var ávirkaður av rúsdrekka, so hann skal aftur á løgreglustøðina at greiða frá, tá ið tað er runnið av aftur.

Annars kannaði løgreglan skeinkistøð í Havn, Eysturoy og í Klaksvík í nátt, men har var alt, sum tað skuldi.