Fyrr í dag megnaði Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag at vinna fyrsta føroyska gullmerki í svimjing á teininum 1500 m frí, og fyri løtu síðani megnaði svimjilandsliðið at vinna tvey gullheiðursmerki afturat.
Bæði kvinnurnar og menninir skuldu taka lut í finalum í stafettunum, og fyrst skuldu kvinnurnar í hylin. Tað vóru tær fýra Sheila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Jutta Thomsen og Elspa Mørkøre, sum tóku lut í kappingini 4x50 m frí, og tær vunnu sikkurt sína kapping og settu eisini nýtt oyggjaleikamet.
Beint aftaná skuldi føroyska mansstafettin í hylin at taka lut í finalunum í 4x50 metra blandaðari svimjing. Teir, sum umboðaðu Føroyar, vóru Kári J. á Høvdanum, Beinir E. Danielsen, Pál Joensen og Kristian Olsen, og eisini teir megnaðu at fáa gull. Teir komu á mál í tíðini 1.47.71.
Sostatt fingu føroyingar trý gull heiðurmerki í svimjing í dag og eitt silvurheiðursmerki.










