Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Tær hava ongan tíð verið so nógvar í tali. Sigarettirnar, sum Jógvan Martin Olsen roykir. Av og á verður ein av hvítu pinnunum tikin fram, og tann sum varð roykt uppi við pressuboksina á S. Dariaus ir S. Gireno Stadion í Kaunas var ein av teimum, sum kom heilt væl við.
- Tær eru nú ikki so nógvar í tali, og vanliga royki eg als ikki í ítróttarøpi. Men nú standa vit so gott sum uttanfyri økið, og pulsurin hjá mær hevur verið rættiliga høgur í kvøld. Eg føli meg næstan eins troyttan, sum hevði eg spælt sjálvur, so beint nú er tað gott at fáa blást eitt sindur út, segði Jógvan Martin, tá hann eftir dystin móti Litava kundi staðfesta, at hann nú er fyrrverandi føroyskur landsliðsvenjari.
Ikki sama saft og kraft
Í seinasta dystinum sum landsliðsvenjari upplivdi Jógvan Martin enn eitt av hesum tepru tapunum, men hóast hesi sjálvandi ikki eru stuttlig, so var venjarin væl nøgdur um avrikið hjá sínum monnum.
- Vit vistu alla tíðina, at vit skuldu spæla móti einum sera góðum liði. Sjálvur haldi eg, at teir standa lítið aftan fyri Rumenia og Serbia, og teir duga væl at variera spælið við bæði smáspæli og longum sendingum.
- Og vit hava tað eisini sera trupult fyrsta korterið ella so, har teir ofta finna tómrúm millum síðubakkarnar. Tá vit so broyta spælið nakað, soleiðis at vit hava tríggjar mitt fyri á miðvøllinum, stabiliserar hetta okkara verjuspæl, og tað eru sum so fáar bjargingar, sum Jákup hevur í dystinum.
- Hinvegin hava vit nakrar góðar kontramøguleikar í yvirgangsspælinum. Men tað virkar, sum er næst seinasta sendingin ikki nóg neyv, tá vit hava møguleikan at skapa nakað. Og aðrar ferðir vórðu skeivar avgerðir tiknar, soleiðis at vit kanska spældu til vinstru heldur enn høgru ella øvugt.
- Men enn einaferð, so vísa spælararnir framúr hugburð, go teir stríðast allir fyrimyndarliga, og gera teir tað, so kunnu vit ikki krevja so øgiliga nógv meira, sigur Jógvan Martin Olsen.
Munur á amatørum og hinum
Tað er ikki nakað ókent fyribrigdi, at føroyska landsliðið hevur trupult við at levera tvey eins stór stríðsavrik innan bara fýra dagar, tá dupult-umfør eru á skránni. Jógvan Martin Olsen ásannar, at hetta eisini var støðan mikukvøldið.
- Tað er ein av teimum heilt stóru mununum á yrkisspælarum og so at kalla reinum amatørum, sum vit framvegis eru. Tað yvirskotið, sum vit sóu móti eitt nú Eysturríki, tá vit fóru í kontra, tað høvdu vit ikki hesaferð. Vit høvdu ikki somu saft og kraft í renningunum hesaferð.
Men kortini velur tú at bíða fram til 81. minutt, áðrenn fyrsta útskiftingin verður gjørd. Var tað eitt tilvitað val?
- Tað var tað. Eg vildi ikki satsa ov tíðliga, tí eg visti av, at hetta eisini kundi kostað í hinum endanum. Vit síggja eisini alt fyri eitt, tá vit royna at flyta fólkið fram, at litavara skapa sær nakrar stórar kontramøguleikar. Tað kann sjálvandi altíð diskuterast, um tað var ov seint, at vit skiftu út, men tað var tilvitað, at vit valdu at bíða.
Klárt til næsta mann
Sammett við støðuna, sum føroyska landsliðið var í fyri tveimum árum síðani, tá fyrstu dystirnir av seinastu EM-undankapping vóru spældir, so er føroyska liðið nakað nógv betur fyri nú. Jógvan Martin Olsen staðfestir eisini, at fleiri av málunum, sum sett vórðu, nú eru rokkin, soleiðis at ein komandi landsliðsvenjari hevur nakað at arbeiða útfrá.
- Fyri tveimum árum síðani var støðan ein heilt onnur. Eg minnist ikki, hvør málmunurin var, men hann var í øllum førum ikki serliga vakur. Í ár hevur eitt av deilmálunum verið, at vit skulu minimera tapini ella sleppa undan hesum skrædlunum, og tí hava vit rokkið. Vit høvdu eisini sett okkum sum mál, at vit skuldu fáa stig í onkrum av dystunum, og tí hava vit eisini rokkið.
- So alt í alt haldi eg, at liðið er í eini góðari prosess í løtuni. Og við teimum spælarum, sum vit hava inni nú, so sær tað rættiliga spennandi út fyri føroyska landsliðið í framtíðini. So eg vóni, at mín eftirkomari megnar at leggja eina nýggja dimensión í spælið og hópin. Eg rokni við, at tað verður gott hjá tí persónunum at fáa ein spennandi hóp at arbeiða við. Og kanska verður tað eisini gott hjá spælarunum at fáa ein nýggjan venjara, sum kann geva teimum øðrvísi íblástur og møguliga menna teir enn meira, sigur Jógvan Martin Olsen.