Fótbóltur
Partur av konseptinum hjá Fremad Amager eru føroysku íleggjararnir, har eitt árligt tiltak fyri hesum er fastur partur. Og nú hósdagin klokkan 18 verður fyrilestur á Hotel Føroyum, tá føroysku íleggjararnir í FC Amager eru bodnir til ein góðan bita saman við leiðsluni í felagnum.
Fyrst fer Brian Møllerup, ið er arbeiðsstýrisformaður í felagnum at hava framløgu um nýggju multiarenaina, ið ætlanin er at byggja á Amager. Síðani fer Todi Jónsson at kunna føroysku íleggjararnar um ítróttarligu gongdina í felagnum í seinastuni og um ætlanirnar framyvir, millum annað hvussu felagið skal koma upp í Superliguna í 2011.
Endamálið við ferðini er at skapa og viðlíkahalda eitt gott tilknýti millum íleggjararnar og felagið










