Sum in.fo fyrr í kvøld boðaði frá, so bendi nógv á, at B71 fór at vinna kæru ímóti ÍF og harvið vinna sær trý stig á skrivaraborðinum, sum eru nóg mikið til, at teir flyta upp í næstbestu deildina áðrenn seinasta leikumfar er avgreitt.
Nú er tað so staðfest. Tað, at B71 vann kæruna og flytur upp í næstbestu deildina saman við MB. Tað er greitt eftir at feløgini í kvøld hava fingið kæruúrskurðin frá FSF, har tað stendur, at ÍF, sum annars vann umrødda dystin ímóti B71 2-0, er dømt at tapa 3-0.
Orsøkin er tann, at ÍF nýtti ólóglian leikara í dystinum ímóti B71 hin 27. september. Talan er um Margeir Toftegaard, sum hevði leikbann, men hóast tað spældi við í dystinum. ÍF hevur møguleika at kæra úrskurðin til Yvirkærunevndina innan fimm dagar.
Úrskurðurin ber sostatt við sær, at B71 skal spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár. Hóast eitt umfar er eftir at spæla, so er tað longu greitt, at MB verður nummar eitt og B71 nummar tvey. Giza/Hoyvík hevur eftir úrskurðin í kvøld mist møguleikan um uppflyting og endar á 3. plássi.









