Stabæk stílar høgt

Í seinasta kappingarári tók Start øll á ból í norsku tippuliguni. Felagið kom úr næstbestu deildini og setti beina kós í oddin í bestu deildini. Í ár er eitt annað felag við at gera Start kynstrið eftir í Noregi. Stabæk flutti upp í tippuliguna í fjør, og eftir fyrstu seks umførini liggur Stabæk sum nummar trý í deldini. Og tá spældi liðið javnleik á útvølli ímóti oddaliðnum Brann sunnudagin. Stórfeløgini Vålerenga og Rosenborg hava ikki fingið ta byrjan í norsku kappingini, sum roknað varð við. Tey liggja ávíkavist nummar 9 og 10 í deildini.