Norska felagið Stabæk hevur sagt nei takk til eitt stórt tilboð frá turkiska felagnum Trabzonspor. Tilboðið snýr seg um at keypa spælaran Alanzinho fyri 33 milliónir krónur, men Stabæk vil ikki av við spælaran fyri ta upphæddina. - Vit rokna við, at Alanzinho kann menna seg í eitt ár afturat hjá okkum, og tá fara europeisk stórfeløg at hava áhuga í honum, sigur stjórin í Stabæk, Einar Schultz.