Talan var um ein dyst, har liðini skiftust um at hava takið á hvørjum øðrum.
StÍF var skjótt avstað, og eitt skifti vóru tær á odda 11-4. Men so kom av álvara stígur í, og um miðjan fyrra hálvleik vann VB seg framum.
Tað eydnaðist teimum tó ikki at halda fast um leiðsluna, og seinasta korterið vann StÍF seg aftur framum.
Fyri StÍF skeyt Roxana Bodirlau 12 mál. Migle Senvityte skoraði 8 av málunum hjá VB.
StÍF-VB 31-28 (14-11)