Fótbóltur
Tað er kalt á toppinnum. Tað mátti HB sanna, tá teir leygardagin skuldu avgreiða seinasta setningin hetta kappingarárið. Bítandi heystarkuldin førdi við sær, at einans tey mest trúføstu viðhaldsfólkini høvdu leitað sær oman í Gundadal. Vøttur, handskar, húgvur og heit klæði annars skuldu til, um áskoðararnir skuldu halda til samfullar 90 minuttirnar, og hetta var so avgjørt viðvirkandi til,at rammurnar kring dystin ikki gjørdust heilt so festligar, sum lagt varð upp til. Ein dystur millum arvafíggindarnar báðar er jú vanliga ein av teimum, sum dregur heilt nógv fólk til, men sjálvt ikki eitt víst gullmerki var nóg mikið til at fylla stórt meira enn sjálvt HB-skýlið.
Eingin veitsla
Og á vøllinum tóktist veðrið eisini at seta síni spor. Ella kanska var tað eisini bara tað, at týdningurin av dystinum var ov lítil. HB var jú longu meistari, og tó at teir sjálvandi vildu sleppa at enda væl, so mundu battaríini enn ikki vera heilt lødd aftur eftir dystin móti B36 fyri viku síðani.
Klaksvíkingarnir høvdu heldur ikki tað heilt stóra at stríðast fyri. Sjálvandi vildi ein sigur í seinasta dystinum móti oddaliðnum pyntað um í einum kappingarárið, sum avgjørt hevur verið millum tey lakaru, men hinvegin tóktist hetta ikki vera nakað, sum leikararnir á liðnum vildu leggja alt í verðini ov nógva orku í.
Tí var tað eisini so sum so við møguleikum fyrstu løtuna. HB royndi fleiri ferðir at spæla seg niðan mitt eftir vøllinum, men hóast nær við, so sluppu teir ikki heilt leysir inn um KÍ-verjuna. Klaksvíkingar løgdu seg hinvegin eftir at leypa á í borðunum, men hóast fleiri bóltar komu innfyri, so spurdist sjáldan nakar veruligur málmøguleiki burturúr.
Og burtur úr mest sum ongum fekk HB so brádliga lagt seg á odda. Ein høgur bóltur varð sendir innfyri, og tó at klaksvíkingar mótmæltu av øllum alvi, so metti dómarin, at Rógvi Jacobsen var togaður niður, og so var brotsspark.
Rógvi hevur sjálvur tikið brotsspørk einar tvær ferðir í seinnu kappingarhálvu, men hesaferð lat hann ábyrgdina yvir til Rúna Nolsøe, og liðskiparin var ósvikaliga tryggur, tá bólturin varð sendur inn.
Og so var líkt til, at HB veruliga skuldi fara at renna gestirnar um koll. Málið tóktist loysa upp fyri onkrum slúsum, sum nú skuldu tømast, og næsta korterið ella so skolaðu álopini oman móti KÍ málinum. Eitt mál kom eisini afturat, tá Tór-Ingar møtti einum innleggi frá Andrew av Fløtum, og í veruleikanum skulu klaksvíkingar helst prísa seg lukkuliga fyri, at talan ikki gjørdist um fleiri mál hesa løtuna.
Og stutt fyri steðginum megnaði KÍ so eisini at minka um munin. Eitt sindur kloddaligt sá tað út, tá HB ikki fekk ruddað burtur, og meðan verja og málverji flákraðu í feltinum, fekk Leon Bjartalíð stýrt bóltin móti málinum.
KÍ gjørdi ein vørr
Hetta tóktist hava givið KÍ nýtt treysti, og í seinna hálvleiki løgdu teir nógv fyri. Nú royndu teir støðugt at senda álop oman HB-málinum. Teir javnaðu eisini, tá Leon enn einaferð var fyrstur á innleggi og hamraði bóltin inn, men mitt í øllum oyðilegði HB stuttleikan. Eitt væl spælt kontra endaði við at Rógvi sendi flatt innfyri, og sera hóskandi fyri HB kundi toppskjúttin á liðnum, Andrew á Fløtum senda bóltin í meskarnar eina seinastu ferð hetta kappingarárið.
Og so var tíð at fáa gullmerkini. Tó at tað gekst illa at fáa proppin av, so varð sjampanjan eisini opnað. Fjøldin undir stóra skýlinum man onkra tíð hava verið størri enn hetta, tá gullmerki eru handað, og sjálvt borgarstjórin hevði fingið sær HB-turriklæði um hálsin at verja móti kuldanum. Niklas í Líðarenda, næstformaður í fótbóltssambandinum, hevði verið inni í HB-húsinum og lænt steypið út um eina løtu, og so kundu leikararnir ein og ein fáa gullmerkið um hálsin. Seinastur av øllum kom Rúni Nolsøe, og við steypinum høgt yvir høvdið kundi hann staðfesta, at árið í ár aftur gjørdist HB-ár. Hvørt tað so eisini verður støðan næsta ár, er ein onnur søga, men at royndin verður gjørd, er einki at ivast í. Hjá HB er bara gullið nóg gott, og við einum hundrað ára haldið og møguleikanum at gerast hitt mest vinnandi í føroysku fótbóltssøguni er einki at ivast í, at nógv fer at verða lagt fyri.
Dysturin í tølum
HB-KÍ 3-2 (2-1)
1-0: Rúni Nolsøe (br.), 23
2-0: Tór-Ingar Akselsen, 28
2-1: Leon Bjartalíð, 40
2-2: Leon Bjartalíð, 53
3-2: Andrew av Fløtum, 74
Dómari: Eiler Rasmussen. Hevði gott tak á heldur tomu uppgerðini.
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Hallur Danielsen ?Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum
KÍ: Karstin Joensen ? Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Alexandar Djordjevic, Fríðin Ziskason ? Arnold Joensen, Allan Joensne, Leon Bjartalíð, Eyðun Klakstein ? Jakob Bymar, Hjalgrím Elttør