Staðfesting frá 1977 til fyrimuns fyri ALV

Í 1977 góðkennir Náttúrufriðingarnevndin eldsløkkingarstøð við Áir treytað av, at eldsløkking fer fram í samráð við ALV skúlan, ella tá næmingar ikki eru har

Tvídrátturin millum ALV skúlan við Áir og Brandskúlan gongur aftur til 1977, ella kanska 1975, tí sambært gerðabókini hjá Náttúrufriðingarnevndini, so hevur nevndin tann 30. september 1975 góðtikið, at venjingarstøð skal byggjast við Áir.

Tann 16. juni 1977 hevði nevndin fund á Velbastað og er gerðabókin áhugaverd. Har kemur m.a. fram, at mótvegis øðrum upplýingum til nevndina, so hevur Karolina Petersen, ALV skúlin, tann 20. januar 1977 tvørturímóti øðrum upplýsingum til nevndina, víst á, at staðið er óegnað til brandvenjingarstøð, tí ALV skúlin er í nánd og har eru fólk við ymsum brekum, likamligum og sálarligum.

Seinni vissa Maskinistfelagið og Sjómansskúlin nevndina um, at støðin kann laga seg eftir ALV skúlanum soleiðis, at støðin ikki verður nýtt, tá næmingar eru á ALV skúlanum.

Nevndin heldur tørv vera á brandvenjingarstøð og sær tað rímiliga í, at støðin lagar seg eftir ALV skúlanum. Nevndin heldur seg kunna góðkenna støðina treytað av, at eldsløkking fer fram í samráð við ALV ella tá næmingar ikki eru á skúlanum.

Náttúrufriðingarnevndin tilskilar sær rætt til at taka málið uppaftur, um viðurskiftini broytast og eisini, um nóg reinliga ikki verður farið fram. At enda í gerðabókini stendur, at tíðarfreistin er 2 ár. Júst hvat hetta merkir, er ilt at siga.

Yvirfriðingarnevndin staðfestir í skjali dagfest 31. august 1977, støðutakanina hjá Nattúrufriðingarnevndini viðvíkjandi eldsløkking við Áir.


Enn galdandi

Tað er sannlíkt, at slík støðutakan er galdandi enn í dag. Yvirfriðingarnevndin kannar hetta í løtuni, eftir áheitan frá Sosialinum, men forkvinnan, viðmerkir, at óivað er hetta enn galdandi, um annað ikki er samtykt.

Men virksemið hjá Brandskúlanum er vaksið og er ikki innan karmarnar, treytirnar, ið nevndar eru frammanundan.

ALV skúlin kærir fleiri ferðir til nevndir og stovnar, t.d. Arbeiðseftirlitið, men einki hjálpir.

T.d. kærir ALV tann 22. september 1987. Friðingarnevndin svarar tann 23. oktober 1987, at tá eldsløkkistøðin ikki hevur lokið tær treytir, sum eru settar tann 31. august 1977, men hevur víðkað verknaðin, so sær nevndin seg noyddan at áleggja støðini at fylgja treytunum. Víðari verður sagt í svarinum, at ynskini frá ALV eiga at fáast í rættlag áðrenn 1. januar 1988. Verða treytirnar ikki hildnar - allar sum ein - ætlar nevndin at taka stig til at støðin verður stongd, stendur í skrivinum.

Sum kunnugt er einki hent hesum viðvíkjandi og støðan er óbroytt.


Fløkt

Málið um grannaóskilið við Áir tykist fløkt og hevur verið á nógvum hondum síðani 1977.

Men treytirnar um, at brennast skal í samráð við ALV, ella tá næmingar ikki eru á ALV skúlanum, er helst galdandi, um annað ikki er samtykt, sigur Yvirfriðingarnevndin, sum í løtuni kannar málið. Væntandi fæst svar í komandi viku.

Á ALV skúlanum vita tey einki um aðra samtykt, upplýsir Øssur av Steinum, skúlaleiðari, sum aftur fyrradagin hevði trupulleikar av royki frá grannanum, Brandskúlanum.