PREMIER LEAGUE
Seinasti dysturin í hesum umfarinum, var seinnapartin sunnudagin, tá Tottenham legði gras til uppgerðina millum teir og oddaliðið Manchester United. Tottenham hevur ikki fingið tað burtur úr dystunum higartil í ár, sum teir annars høvdu ætlað, og í so máta fingu teir slett yvirhøvur einki burtur úr móti Manchester United.
Fýra mál og fýra ymsir skjúttar. Tað í sjálvum sær er ein staðfesting av, hvussu væl kollektivið hjá teimum reyðu riggar. Ronaldo setti hol, tá hann fekk eitt meiri enn hálvbíligt brotsspark, sum hann sjálvur setti í netið. Vidic drønstútaði bóltin í málið eftir hornaspark, Scholes økti til 3-0 og Giggs slerdi sigurin fastan, tá hann einsamallur við málverjanum skoraði.
Chelsea funnið stevið
Chelsea hava ikki verið eins sannførandi í ár sum farna kappingarár, tá teir trumlaðu alla mótstøðu niður. Chelsea hevur júst verið í einum minni aldudali, har teir hava spælt sær av við nøkur stig. Nú eru teir við at finna stevið aftur, og við einsamalla málinum frá Lampard, tryggjaði Chelsea trý stig aftrat og gera teir alt teir eru mentir fyri at fylgja Manchester United og fremsta plássinum.
Eitt í part til teir næstbestu
Hini bæði liðini, sum so gjarna vilja kappast við Manchester United og Chelsea í oddinum, men kortini ikki megna tað, eru Liverpool og Arsenal. Hesi bæði fingu ikki meiri enn eitt stig í part burtur úr teirra royndum um vikuskiftið.
Liverpool tók ímóti Everton í tí sum í Onglandi best er kent sum Merseyside-derby – slagið um Liverpool. Hetta gjørdist tó ongantíð nakað veruligt slag um nakað sum helst, tí Everton vóru meiri enn nøgdir við eina stigi teir høvdu frá dystarbyrjan, meðan Liverpool ikki megnaði at spæla seg ígjøgnum sterku verjuna hjá teimum bláu, og tí endaði dysturin málleysur 0-0.
Tá var meiri ferð yvir dystinum millum Middlesbrough og Arsenal. Hesin endaði eisini við javnleiki, men tvey mál fullu og ferð var yvir dystinum. Arsenal var nakað betri og raskari, men hóast onkrar fínar kjansir, so fingu teir ikki bóltin í netið. Tað gjørdi Yakubu hinvegin fyri Middlesbrough, tá hann sjálvur var feldur, fekk brotsspark og skoraði.
Arsenal helt tó áfram at trýsta, og tá eitt korter var eftir at spæla, bragdaði umsíðir hjá teimum. Henry tók ímóti eini langari sending, tamdi væl og smekkaði bóltin í netið til endaliga úrslitið 1-1.
Aston Villa hevði ein nýggjan mann á teirra liðið leygardagin. John Carew var við teimum og hann gjørdi akkurát tað, sum ein áleypari skal gera. Hann skoraði eitt mál, og tað tryggjaði Aston Villa trý stig.
Fulham vann 2-1 á Newcastle. Um tað var óvæntað ella ikki, er ilt at meta um, tí tað er ein sannroynd, at tað er ógjørligt at meta um, hvat man kann rokna við av teimum. Men burtursæð frá tí, endaði restin av dystinum sum væntað.