Staðbundna ferðavinnan fær pening av hesum útsýninum

Í fjør fingu fimm staðbundnir ferðaleiðarar í Vágum part av síni inntøku av at vísa útlendingum á hetta vakra útsýni. Og útlendingurin fekk sína instagrammynd

– Um ein tímir at taka sær av ferðafólki, so ber til at fáa pening úr hesi vinnuni, sigur Gutti Guttesen í Bø, sum hevur verið røktingarmaður í Teigunum í Vágum í 44 ár. Hann er eisini ein av eigarunum.

Tríggjar ferðir um vikuna, mikudag, leygardag og sunnudag klokkan 11 alla summarhálvuna í fjør stóðu bólkar við útlendingum klárir á kaiini í Sørvági at fara út í Teigarnar – ella Út í Sund, sum tað verður kallað har vesturi. Endamálið við túrinum var at njóta útsýnið yvir Drangarnar.

– Vit ganga Út í Sund og greiða frá ymiskum á vegnum. Tað eru tó ikki øll, sum eru so áhugað at hoyra tær ymisku frásagnirnar. Tey eru meira spent at fáa mynd av útsýninum yvir Drangarnar og Tindhólm. Tá ið myndirnar eru tiknar, so vilja tey sleppa heimaftur. Serliga eru tað asiatarnir, ið eru á hendan hátt, sigur Gutti Guttesen.

Útlendingarnir eru komnir allastaðni frá. Sera nógvir asiatar, men eisini fólk úr Suðuramerika, USA, Evropa og aðrastaðni.

Góð hálv millión

Útlendingarnir rinda 550 krónur fyri túrin, sum varar minst fýra ein hálvan tíma. Í fjør vóru fleiri enn túsund útlendsk ferðafólk, ið vóru við á túrunum. Meira enn hálv millión krónur hava teir tríggir hagarnir, sum gingið verður ígjøgnum, fingið inn.

– Tað mesta ferð til ferðaleiðararnar, sum ganga við fólkunum. So til ber at fáa eitt sindur burturúr ferðavinnuni, um fólk vilja gera nakað. Nakað ferð eisini til Hiking.fo, sum samskipar. Teir tríggir hagarnir fáa eisini eitt sindur í part. Hetta fer til at betra um gøturnar, sigur Gutti Guttesen.

Føroyingar rinda ikki fyri at fara túrin.

– Vit hava allatíðina sagt, at vit vilja ikki taka pengar frá føroyingum, sum ganga í haganum. Men vit ynskja at teir spyrja, so at vit vita, nær fólk eru í høgunum. Men tað vísir seg, at tað eru sera fáir føroyingar, ið fara Út í Sund. Bara onkur gongufeløg og nøkur fá afturat, sigur Gutti Guttesen.

Verja náttúruna og fuglalívið

Tað var í 2017, at tað byrjaði við ferðavinnuni Út í Sund.

– Í mars 2017 hevði onkur lagt mynd út á instagramm av útsýninum yvir Drangarnar og Tindhólm. Aftaná tað komu í rúgvuvís av útlendingum, sigur Gutti Guttesen.
Í 44 ár hevur hann røktað í hesum hagapartinum, og hann sá, at tey mongu ferðafólkini órógvaðu bæði seyð og fugl. Nakað, ið hann ongantíð hevði upplivað áður. Gøturnar slitust eisini rættiliga illa.

– Vit tosaðu um tað í hesum trimum hagapørtunum at tað bar ikki til, tí at økið er sera sárbært. Vit komu til tað niðurstøðu, at nakað mátti gerast fyri at verja náttúruna og fuglalívið í økinum. Vit samdust um, at økið bara skuldi vera opið fyri ferðafólki tríggjar dagar um vikuna, og at fólk sluppu ikki Út í Sund uttan at tey rinda fyri tað og fara avstað við ferðaleiðara, sigur Gutti Guttesen.

Í 2017 og 2018 var nógv stríð hjá hagaeigarunum og øðrum at steðga ferðafólki, sum vóru á veg Úti í Sund, og fáa tey at rinda. Men í 2019 hevur tað gingið betur.

– Nú hava útlendskir ferðasmiðir og onnur lært, at hagarnir eru stongdir fýra dagar um vikuna, og at tað ber bara til at fara út í Sund við ferðaleiðara og at neyðugt er at rinda fyri tað, sigur Gutti Guttesen.