Í bløðunum hevur ein argjamaður skrivað um føroysk bygdanøvn og sagt, at tey altíð standa óbundin, men føroysk staðarnøvn standa minni enn so altíð óbundin. Hellurnar hava, alt tað eg veit, altíð itið Hellurnar, og hellufólk hava altíð búð á Hellunum. At siga við hellufólk, at tey ikki kenna navnið á bygdini, tey búgva í, haldi eg vera næsadjarvt.
Sagt verður eisini, at staðarnøvn altíð standa í hvørfalli, men við hvørt hevur hvønnfallið ella hvørjumfallið vunnið. Bygdin eitur ikki Miklidalur men Mikladalur og somuleiðis Halgadalur og Góðadalur, og tí kunnu vit eisini hava bygdanøvnini Lamba og Skála, við tað at hvønnfallið ella hvørjumfallið hevur vunnið.
Tú kanst ongantíð trýsta alt í einum máli inn í eina mállæru. Tað vera altíð undantøk, ikki bara í føroyskum, men í øllum málum.
Sagt verður: »Tá ið vit sunnanfólk reksa bygdirnar upp, siga vit Oyndarfjørður, Hellur o.s.fr.« Hvør sigur at »vit sunnanfólk« hava rætt. Vita hellufólk ikki betur, hvussu bygd teirra eitur enn »vit sunnanfólk«?
Eg kann nevna nøkur staðarnøvn, sum eru bundin: Ánirnar, Hellurnar, Borgin, Barðið, Borgarin, Borgin (í fleiri oyggjum), Dragin, Drangarnir og mong, mong onnur.










