Stívliga 300 bátapláss í umbúnað

Tørvurin á bátaplássum í Tórshavnar kommunu hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og íalt munnu útivið 300 umsóknir liggja hjá kommununi í løtuni um bátapláss

Sum er eru 654 teymar og brúgvapláss í kommununi: 526 í Havn og á Argjum, 74 í Kollafirði og á Signabø, 13 í Kaldbak og Kaldbaksbotni, 25 í Nólsoy og 16 í Hesti.

10 bátapláss eru tøk í løtuni, 6 í Hesti og 4 í Nólsoy. Í øllum hinum plássunum er tørvur á bátaplássum: 265 í Havn/Argjum, 8 í Kollafirði/Signabø og 9 í Kaldbak/Kaldbaksbotni.

Á Hvítanesi, í Hoyvík, á Velbastað, í Kirkjubø og Norðradali eru eingin beinleiðis bátapláss, men har er lending og privat neyst. Í Syðradali er hvørki lending ella neyst.

 

Gamlarætt

Í sambandi við at Kirkjubøar kommuna í 2005 legði saman við Tórshavnar kommunu, søkti Tórshavnar havn Landsverk um loyvi at hava bátapláss á Gomlurætt, men fekk noktandi svar.

Tó fingu vit loyvi - fyri eitt árligt gjald upp á 20 tús. kr. - at hava eina flótibrúgv liggjandi har til bátar, ið sigla við ferðafólkum millum Gomlurætt, Hest og Koltur.

Sum grundgeving fyri ikki at vilja eftirlíka umsóknini um onnur bátapláss, vísti LV m. a. á, at hetta fór at darva skiparunum á Teistanum at fáa lagt skipið at bryggju.

Tí undrar tað meg eitt sindur nú at lesa í Sosialinum (28/10-08), at skipari á Teistanum verður endurgivin fyri at siga, at teir als ongar trupulleikar hava av bátunum, sum í áravís hava ligið har, men sum LV nú brádliga vil hava burtur við sera stuttari freist.

Annars er skipanin viðvíkjandi bátaplássum tann, at borgarar á plássum, har eingin bátapláss eru, kunnu søkja um bátapláss á nærmasta staði. Kirkjubøur, Velbastaður og Syðradalur hoyra í hesum sambandi til Tórshavn/Argir og Norðradalur til Kollafjørð/Signabø.

 

Langtíðarætlan gjørd

Til tess at nøkta tørvin á bátaplássum í kommununi hevur Tórshavnar býráð í einari langtíðarætlan gjørt av at seta 5 mió. kr. av um árið til útbygging av smábátahavnum/smábátaplássum.

Sambært ætlanini, ið fevnir um stívliga 300 bátapláss íalt og sum er mett at kosta millum 50 og 60 mió. kr. tilsamans, skulu 90 bátapláss útvegast aftrat á Argjum, 150 í Álakeri, 23-43 í Gomlurætt og 50 pláss í verandi bátahyli á Signabø.

Ætlanin er at byrja á Argjum (umsókn um loyvi liggur hjá yvirfriðingarnevndini). Næst í røðini er Álaker, síðani Gamlarætt og at enda Signabøur. Raðfestingin er gjørd eftir, hvar tørvurin á bátaplássum er størstur.

 

Bátapláss á landi

Støðan við bátaplássum á landi líkist nógv støðuni við bátaplássum á sjónum, og tí verður eisini arbeitt við at útvega fleiri bátapláss á landi, herundir eisini at leiga út til vetrarparkering av bátum, eins og parkering av bátavognum.

Samanumtikið ein stór, umfatandi, men neyðug ætlan, skulu vit megna at nøkta tørvin á bátaplássum og harvið eisini økja um trivnaðin hjá tí alsamt vaksandi hópi av borgarum, sum hevur hetta sum frítíðarítriv.

Vísir tú mær álit á býráðsvalinum týsdagin 11. november, kanst tú vera vísur í, at hesar ætlanir ikki enda í eini skuffu eftir valið, men tvørturímóti verða framdar í verki eftir omanfyri nevnda leisti.