ST heldur, at fólk, sum eiga meiri enn eina milliard dollarar, eiga at rinda ein serligan skatt, sum skal brúkast til at at hjálpa teimum fátækastu londunum í heiminum. ST hevur sett sær fyri at savna góðar 400 milliardir dollarar til hetta endamálið.
Men tað eru ikki bara tey ríku, sum skulu rinda í hjálpargrunnin. Ein serligur umhvørvisskattur skal leska grunnin, og harafturat skal grunnurin hava pengar frá eitt nú gjaldoyrahandli. ST hartar samstundis tey ríkastu londini í heiminum, tí tey hava svikið lyftið um at hjálpa teimum fátækastu londunum.
Sambært ST eru tað 1.226 einstaklingar, sum eiga meiri enn eina milliard dollarar. 425 búgva í USA, 315 í Eysturasia, 310 í Evropa, 90 í øðrum londum í Norður- og Suðuramerika og 86 í Miðeystri og Afrika. Tilsamans eiga teir 4,6 billiónir dollarar, og eitt prosent í skatta hevði givið teimum fátækastu londunum góðar 46 milliardir dollarar.
-Í meðal hevði hvør teirra havt 3,7 milliardir dollarar eftir aftan á skatt. Um viðkomandi brúkar 1.000 dollarar hvønn einasta dag, fer tað at taka honum 10.000 ár at brúka alla ognina, skrivar ST í frágreiðingini.