Í kvøld samtykti ST-trygdarráðið einmælt, at ráðið vil hava eina friðarliga loysn í Ukraina.
Uppskotið, sum var til viðgerðar, bygdi á eitt uppskot, sum norska sendinevndin hevur arbeitt við, og tað var eisini Noregi, sum leiddi samráðingarnar.
- Tað gleðir okkum, at samráðingarnar eydnaðust, og at trygdarráðið nú einmalt hevur samtykt at veita ST-aðalskrivaranum fullan stuðul í royndini at finna loysnir á ræðuliga krígnum í Ukraina.
Tað sigur norska ST-sendikvinnan, Mona Juul, við norska Dagbladet. Hon leggur aftrat, at Noreg fer at halda fram við at trýsta Russland.
- Sum limur í ST-trygdarráðnum fer Noreg at halda fram aktivt at leggja trýst á Russland í royndini at steðga krígnum, sigur sendikvinnan, sum legði aftrat, at málið snýr seg eisini um at verja sivilfólkið í Ukraina.