Støðugur toskaprísur

Tað er líkt til, at prísurin á toski hevur funnið sær eina toliliga støðuga legu á tí føroyska marknaðinum. Teir seinastu dagarnar hevur meðalprísurin ligið millum 12 og 15 krónur, og soleiðis var eisini í dag, tá uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi 65 tons av toski frá línuskipum og útróðrarbátum. Tað mesta av teimum 65 tonsunum fór fyri millum 12,51 krónur og 14,31 krónur í meðal fyri kilo.

Hýsuprísurin var heldur frægari í dag enn teir seinastu dagarnar. Góð 40 tons vóru á uppboðssøluni. Tað mesta var hýsa II og III, og meðalprísurin fyri støddirnar var ávikavist 10,80 og 10,23 krónur.

Línuskipini høvdu nakað av brosmu og longu. Tað mesta av brosmuni fór fyri 7,69 krónur, og meginparturin av longuni fór fyri knappar 12 krónur.

Umleið 25 tons av svartkalva frá garnaskipum og línuskipum var á uppboðnum í dag, og tað mesta fór fyri 28 krónur fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 166 tons í dag fyri knappar 2,4 milliónir krónur.