Óstøðugt netsamband til Suðuroynna

 

Suðuroyingar kunnu væta óstøðugt internetsamband í hesum døgum, nú ódnarveður er gerandiskostur.

Veðrið hevur gjørt skaða á kaðalin til Suðuroynna.

Á facebook vanganum hjá Føroya Tele síggjast hesi boð frá NET:

 

Orsakað av ringa veðrinum er skaði komin á kaðalsambandið til Suðuroynna. Hetta kann ávirka breiðbandskundar hjá Føroya Tele í Suðuroynni.