Støðugt fleiri fáa viðgerð fyri tunglyndi

Alt fleiri danir fáa viðgerð ímóti tunglyndi. Fólk royna ymsar viðgerðarhættir so sum heilivág, tilboð um sálarfrøðiliga viðgerð og samrøður við læknan, men heilivágurin er tann mest nýtti hátturin.

Tøl, sum danska kringvarpið hevur fingið frá avvarandi myndugleikum og læknunum, vísa, at talið á teimum, sum fáa heilivág ímóti tunglyndi, veksur ár um ár. Í 2009 fingu 456.000 fólk tunglyndisheilivág, og í fjør var talið 467.000, sigur DR.

Tølini vísa eisini, at talið á teimum, sum tosa við læknan um tunglyndi, veksur eisini, og læknasamrøðurnar vóru 10 prosent fleiri í 2010 enn árið fyri. Samstundis veksur talið á teimum, sum velja at tosa við ein sálarfrøðing um trupulleikarnar.