Støðugt fleiri danir tjena meiri enn milliónina

Hóast kreppu í fleiri ár er talið á dønum, sum tjena meiri enn eina millión krónur um árið, vaksið støðugt. Frá 2008 til 2011 gjørdust teir 15 prosent fleiri, so nú eru tað umleið 60.000 danir, sum fáa meiri enn eina millión krónur inn á kontuna um árið, skrivar Fagbladet 3F.

Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at talið á dønum, sum forvinna meiri enn eina millión krónur um árið, minkaði tað fyrsta kreppuárið, men at frá 2009 til 2011 vaks tað nógv, og at í 2011 høvdu 59.972 danir meiri enn eina millión krónur í inntøku.

Talið hevur annars sæð soleiðis út síðani 2000:

2011: 59.972

2010: 56.918

2009: 45.928

2008: 52.125

2007: 51.255

2006: 45.103

2005: 37.368

2004: 31.820

2003: 29.078

2002: 27.978

2001: 28.811

2000: 25.637

Danska inflatiónion frá 2000 til 2011 var 25,8 prosent.