Talið av alifeløgum, sum standa fyri meginpartinum av laksaframleiðsluni í heiminum, gerst alsamt minni. Tað vísir ein uppgerð hjá Kontali Analyse í Norsk Fiskeoppdrett, og sum Vinnuhúsið endurgevur í dag.
Uppgerðin vísir, at seinastu fimtan árini er talið á alifeløgum í Noregi, Kili, Stóra Bretlandi og Kanada lækkað munandi. Hóast framleiðslan er økt í øllum londunum, er talið av framleiðarum lækkað.
Í Noregi vóru í 1997 70 alifeløg, ið stóðu fyri 80 prosentum av samlaðu framleiðsluni av laksi. Hetta talið er síðani lækkað, og í 2012 vóru tað bert tjúgu alifeløg, ið framleiddu 80 prosent av øllum tí norska laksinum.
Gongdin í hinum londunum hevur verið tann sama sum í Noregi, har alsamt færri feløg standa fyri einum størri parti av framleiðsluni. Orsøkin er, at fleiri fyrimunir eru við at hava stór feløg, hóast ávísir vansar eisini eru, skrivar Norsk Fiskeoppdrett.
Henda gongdin hevur eisini verið eyðsýnd í Føroyum, har talið av framleiðarum er minkað nógv seinastu tjúgu árini, skrivar Vinnuhúsið.