Bøndurnir í Íslandi fækka í stórum, og í dag eru teir 26 prosent færri enn fyri tíggju árum síðani. Teir, sum hava neyt, eru 37 prosent færri enn í 2001, og seyðabøndurnir eru 22 prosent færri nú enn tá.
Men tað eru ikki bara teir bøndurnir, sum hava neyt ella seyð, sum eru vorðnir færri. Teir, sum hava svín, eru 51 prosent færri nú enn í 2001, og í sama tíðarbili eru bøndur, sum hava loðdjór, fækkaðir meiri enn 60 prosent.
Men hóast teir íslendsku bøndurnir eru munandi færri, er framleiðslan hjá landbúnaðinum vaksin, skrivar Morgunblaðið.