Jákup Mørk
EB/Streymur-HB 3-1 (1-0)
Ofta kemur fyri, at úrslitini í byrjanini av kappingarárinum eru sera óstøðug, og higartil er líkt til, at 2. deildarliðið hjá HB roynir at fylgja júst hesi forskrift.
Fyrsta umfarið vóru teir greitt við undirlutan í Runavík, meðan teir fyri viku síðani vunnu stórsigur á hvalbingum.
Hesu ferð vóru teir aftur við undirlutan, og sum skilst á lagnum, so skulu havnarmenninir prísa sær lukkuligt fyri, at teir á felagsliðnum ikki í størri mun gjørdu sær dælt av vánaliga verjuspælinum hjá havnarmonnum.
Evnaríkir unglingar
Talan gjørdist bara um trý mál, sum Halldórur Joensen, Andreas Dahl og Dánjal Magnussen skutu, men skuldi úrslitið staðið mát við møguleikarnar, kundi talan lættliga verið um tvísiffrað tap frættist frá dystinum.
Sjálvir hildu HB leikararnir, at avrik teirra hevði verið út av lagi vánaligt, og at teir í øllum førum høvdu fingið okkurt at hugsað um til komandi vikuskiftið.
Bergur Magnussen, sum venur liðið hjá EB/Streymi, læt hinvegin hampuliga væl at.
Hann helt tó, at nógvir lutir í spælinum kunnu betrast, men hinvegin hava teir tó fingið seks stig av níggju møguligum, so enn fylgja teir við oddaliðunum.
Uppgávan hjá Bergi er fyrst og fremst at byggja eit nýtt lið upp. Nógvir av teimum leikarum, sum undanfarnu ár hava myndað liðið, eru antin givnir, ella eru ikki tøkur av øðrum orsøkum, og higartil í kappingin hava fleiri blaðungir leikarar tí fingið høvið at royna seg.
Nýggju menninir hava eisini longu prógvað, at fótbóltsevnini eru á eini leið, men hinvegin er ofta trupulleiki við yngru leikarum, at avrik teirra eru ov óstøðug.
Leygardagin tóktust leikararnir tó ikki at hava henda trupulleika, og í øllum førum var hann nógv størri hjá teimum 11, sum stillaðu upp hinumegin miðlinjuna.
Ikki topplið
HB mundi helst vera fyrsta felagið her heima, sum megnaði at hava topplið í bæði fyrstu og aðru deild, men enn hava teir ikki á nakran hátt prógvað, at hetta er tað teir ætla í ár.
Avrikini hava sum nevnt verið sera óstøðug, og hetta kundi bent á, at leikararnir ikki leggja nakað serligt í, hvussu leikur fer.
Sostatt verður neyvan talan um nakað oddastríð hjá teimum í ár, men hinvegin kann neyvan roknast við, at teir verða millum niðastu liðini. Á liðnum eru fleiri leikarar, við drúgvum royndum, umframt ungar leikarar, sum banka upp á 1. deildardyrnar, so nógv niðanfyri miðjuna fara teir nokk ikki at vera staddir, tá avtornar.
EB/Streymur-HB 3-1 (1-0)
1-0 Halldórur Joensen
2-0 Andreas Dahl
2-1 Hans Jørgen Durhuus
3-1 Dánjal Magnussen