Týdning at hava tilboð
Lennart Pedersen greiðir frá, at autisma er eitt sosialt brek. Eingi sjúkueyðkenni síggjast á útsjóndini, men autistum vanta heilt frá móðurlívi ein grundleggjandi menniskjansligan førleika. Tey duga t.d. ikki at kenna røddina á móður síni, tey duga ikki at lesa andlitsbrá og megna ikki at hava eygnakontakt. Tey eru í stóran mun skorin frá umheiminum.
Lennart leggur tó dent á, at tað eru fleiri stig av autismu.
? Nøkur eru fullkomiliga isolerað í sínum egna hugaheimi. Tey duga ikki at hava kontakt við nakran, og mugu liva á stongdum bústovnum alt lívið. Onnur harafturímóti fáa havt eitt sosialt lív, tey megna at ganga í skúla, og onkur hevur enntá fingið eina universitetsútbúgving, greiðir Lennart frá.
Hesir seinnu, betri fungerandi autistarnir, verða nevndir asbergarar. Hóast teir betri eru førir fyri ay klára seg sjálvar, so mugu teir tó eisini hava hollan stuðul og ráðgeving, fyri at koma so langt.
Tað er sera týdningarmikið fyri lívsdygdina og lívsmøguleikarnar bæði hjá autistunum og asbergarunum, at tey fáa staðfest diagnosuna so skjótt sum yvirhøvur tilber. Og tá diagnosan so er sett, er alneyðugt, at tað eru nøkur tilboð til teirra tørv. Tað er týdningarmikið bæði fyri autistarnar sjálvar, men so sanniliga eisini fyri foreldur og systkin.
Lennart sigur, at samfelagið sum heild hevur ógvuliga lítið forstáilsi fyri autismu.
? Tey flestu, sum møta einum autisti, munnu halda, at tað er ein irriterandi óargaungi, sum er illa uppdrigin. Tey hava lyndi til at gerast irriterað. Tað ger autistin ótryggan, og fær hann at halda seg burtur frá fólki. Tað sama hendir við foreldrunum. Tey isolera seg eisini heima við hesum barninum, sum tey ikki kunnu hava við út ímillum fólk. So forstáilsi, lívsdygd og menning hanga avgjørt saman, sigur hann.
Skeið og fyrilestrar
Lennart Pedersen, leggur tí dent á, at tað er so alneyðugt at kunna um og tosa um hetta brekið. Hann hevur verið í Føroyum í fimm ár á rað og hildið fyrilestrar, so hann veit hvussu støðan er í Føroyum.
? Foreldur, systkin og avvarandi hava ofta nógvar ósvararðar spurningar, serliga her í Føroyum, tí her eru ikki so nógvir møguleikar at fáa kunning. Tað merki eg væl, tá eg komi hendanvegin, sigur hann. ? Tey vita ikki hvar tey skulu fara við sínum spurningum.
Hesuferð er høvuðsendamálið við Føroyaferð hansara eisini, at hava eitt foreldra og systkinaskeið. Hetta verður hildið á Eiði í vikuskiftinum. Lennart sigur, at skeiðið verður í tveimum bólkum, har foreldur vera fyri seg og systkin fyri seg. Har verður undirvíst í autismu og prátað um, hvussu tað er at hava ein autist í húsinum.
? Vit skulu eisini hugna okkum saman. Tað er neyðugt fyri hini systkini, at tey sleppa at hugna sær saman við foreldrunum, har tey eru í fokus. So at tað ikki altíð verður brekaða systurin ella beiggin, ið er tað serliga barnið.
Víðari sigur Lennart, at pedagogar og lærarar eisini hava tørv á vegleiðing, tá tað kemur til autistar. Summir asbergarar eru jú so frægir, at teir kunnu vera í barnagarði og skúla saman við vanligum børnum. Teir hava tó framvegis eitt sosialt brek, sum lærararar og pedagogar ofta hava ilt við at takla.
? Børnini hava ein serligan tørv, og um ikki lærararnir fáa undirvísing í hesum brekinum, og hvussu teir skulu fara um hesi børnini, so gerst tað lætt eitt ógvuliga slítandi arbeiði, sum stressar og útbrennir. Lærararnir í Føroyum eru ógvuliga isoleraðir við sínum trupulleikum og sínum vantandi kunnleika um brekið, heldur Lennart.
Hann sigur, at hann veruliga merkir, hvussu stórur áhugin er, tá hann kemur til Føroya.
? Eg eri upptikin nærum allatíðina, men allíkavæl fái eg verri enn so nøktað tann tørvin sum er. Skeiðini eru fullteknað, og eg eri biðin at koma so nógvar staðir, at eg havi verið noyddur at siga nei til fleiri. So tørvurin í Føroyum er ógvuliga stórur, staðfestir hann.
Á rættari kós
Danmark er fremsta landið í heiminum, tá tað kemur til vitan um autismu. Sofie skolen, sum er ein autistaskúli burturav, var heimsins fyrsti, og hann hevur 40 ár á baki.
Samanbera vit Danmark og Føroyar, heldur Lennart, at Føroyar eru eini 15 ár aftanfyri, hann sigur tó, at føroyingar eru komnir langt, bara tey seinastu fimm árini.
? Eg havi verið her einaferð árliga í fimm ár. Og tað er stórur munur á hvussu støðan var, tá eg var her fyrstu ferð og til í dag. Tá var bert eitt heim fyri autistar í landinum, og tað var fyri vaksin. Nú eru heimini fleiri, fyri nærum allar aldursbólkar og førleikin er nógv batnaður. Tit eru í støðugari menning og tað er absolutt at gleðast um, sigur Lennart.
Hann sigur seg eisini fegnast um, at tað eru tey somu fólkini, ið koma aftur og aftur á hansara skeið.
? Tað ger so ótrúliga stóran mun, um tað bert eru nøkur, ið leggja seg eftir at menna førleikan og fáa serkunnleika innan autismu, soleiðis at tey kunnu føra vitanina víðari. T.d. á skúlum ella barnagarðum, har eitt starvsfólk við vitan, kann læra hini. Ella at eitt foreldrapar kann læra onnur foreldur. Tað ger stóran mun, sigur Lennart.
Eisini heldur hann, at tað hevði hjálpt, um skipað var fyri regluligum fundum og skeiðum, við ymiskum serfrøðingum. Tað hevði skapað eitt net ímillum tey avvarandi og allar fakbólkarnar, ið hava við autistarnar at gera. Tað verið seg lærarar, sálarfrøðingar, almannastovan o.s.fr.
? Tað er gott, at tit royna at seta fokus á trupulleikan. Tí hetta eru fólk, ið kunnu vera sera torfør at fáast við. Tey duga ofta ikki at siga hvat tey vilja og hvat teimum tørvar, og tað er týdningarmikið fyri teirra lívsdygd, at tey fólkini, sum eru um tey, hava eina ávísa vitan. Eg vil siga, at hóast tað enn er eitt fitt petti eftir á mál, so eru tit væl á veg, sigur Lennart Pedersen at enda.