Stó›u nakkalong á keiini

Nólsoyingar sluppu ikki inn til Havnar til arbeiðis í morgun, tí Ternan hevði trupulleikar við bógskrúvuni. Einki kunnandi orð frá Strandferðsluni.

Onkur var komin vegin út á Klivakeiina, onnur vóru á veg, tá boðini bórust um, at Ternan ikki sigldi fyrsta túrin í morgun, tí motorarnir til bógskrúvuna fingust ikki í gongd. Men troystin var, at skipið helst fór at sigla túrin úr Havn klokkan 7.55.
Men tá klokkan nærkaðist 8.15, sást framvegis einki til Ternuna, og umsjónarmaðurin hjá Strandferðsluni kundi so boða frá, at tað framvegis einki nýtt var at frætta um Ternuna.
Síðani bórust boðini, at Silja Star fór at verða sett inn í sigling á Nólsoyarrutuni klokkan 9.30.
Tað hjálpti tó ikki nógv, tí flestu fólk skulu møta klokkan 8, onkur klokkan 9. Og so var tað knappliga sum í gomlum døgum. Menn fóru at rokast við at gera bátar klárar, og um 8.30 tíðina løgdu so tveir bátar av vágni til Havnar við fólki, sum vóru serliga íðin eftir at sleppa til arbeiðis.
Nógv vóru tó farin til hús aftur, tá tað frættist, at einki hendi fyrr enn klokkan 9.30, og tey kundu so ikki møta fyrr enn í fyrsta lagi klokkan 10.
Strandferðslan sjálv var púra tigandi um tíðindini um, at Ternan hevði brek. Onga fráboðan av nøkrum slag, eingin lýsing í útvarpinum, eingin kunning á heimasíðuni. Nólsoyingar vóru bara sleptir upp á fjall og máttu klára seg sum best.
Eini 15 sluppu inn til Havnar við bátum, restin, eini 30-35 fólk, stóðu so nakkalong eftir á keiini.