Stóðu ikki mát

Eingin av føroysku útileikarunum kunnu vera nøgdir við sítt avrik móti Frankaríki. Ikki ein teirra spældi upp til sítt besta, og av tí sama riggaði liðið ikki sum ein eind

LEIKARAMETING

1. Jákup Mikkelsen, 66/-149/0
Tá málverjin letur fimm mál fara í gjøgnum og kortini er dagsins maður hjá Føroyum, so sigur tað ikki lítið um hansara avrik. Hevði tað ikki verið fyri Jákup Mikkelsen og hansara træverk, kundi tapið – um illa vildi til – verið tveysiffrað. Serliga bjargingarnar, tá hann móti dystarenda var einsamallur við fyrst Anelka og so Henry vóru í heimsflokki, men liðformaðurin hevði eisini fleiri aðrar serstakliga góðar bjargingar. Eitt avrik, Jákup Mikkelsen kann vera meiri enn nøgdur við, hóast fimm mál fóru í gjøgnum – og tað er ikki ofta, at man kann tað. Frálíkt Jákup!

2. Jann Ingi Petersen, 15/0
Toftamaðurin á miðvøllinum slapp at byrja inni, men sannførdi upp á ongan hátt, at hann skal fáa endurval mikukvøldið. Hevði tað trupult yvir fyri Diarra og Toulalan, har hann ofta valdi at vera afturhaldin, heldur enn at taka nærdystirnar sum teir eru. Var ikki nóg avgjørdur í sínum spæli og fekk av tí sama bara ein tíma á vøllinum, tá hann sum fyrsti føroyingurin, púra natúrligt, varð skiftur út.

3. Johan Troest Davidsen, 14/0
Fleksibli verjuleikarin varð fluttur yvir á vinstra bakk, har hann royndi tað, hann var mentur. Varð yvirspældur, tá Govou rakti tvørtræið og tapti tó luftdystin við Gallas, tá hann stútaði til 3-0. Kom sjáldan niðan á fronsku hálvuna, men við Thierry Henry sum beinleiðis mótstøðumanni, var tað helst skilagott at halda seg rímiliga langt afturi á vøllinum. Ikki besti dysturin hjá Johan Troest Davidsen.

4. Atli Gregersen, 5/0
Víkingurin spældi sín fimta landsdyst, og hóast hann hevur spælt betri enn leygarkvøldið, so spældi hann seg á ongan hátt av liðnum. Hann royndi eisini í stóran mun at spæla enn at sparka, sum oftast er skilabest – eisini móti Frankaríki.Var tó óheppin í samband við fyrsta málið, har Gignac setti hann av uttan stórvegis hóvasták. Fór eisini skeivur av einum innleggi tíðliga í fyrra hálvleiki, har Jákup Mikkelsen tíbetur var vakin og fekk bóltin. Annars var Atli Gregersen rættiliga sjónligur við tað, at hann vann nógvar bóltar við at leggja pressið á Anelka og Gignac, áðrenn hesir høvdu móttikið bóltin.

5. Egil á Bø, 10/0
Egil á Bø spældi sín tíggjunda landsdyst leygarkvøldið, har hann varð valdur framum Bartal Eliasen til miðverjuplássið undir liðini á Atla Gregersen. 35 ára gamli miðverjin spældi sum heild ein skilagóðan dyst, men uttan at imponera. Hevði eina umráðandi blokadu, tá hann setti høvdið fyri eitt skot frá Henry tíðliga í seinna hálvleiki, og var ongantíð runnin um koll av franska pressinum, eins og fleiri av hansara liðfeløgum.

6. Rógvi Jacobsen, 52/10
Var fyri fyrstu ferð við undir Brian Kerr og var aftur á landsliðnum eftir at hava verið burtur í meiri enn eitt ár. Hevði eina sera trupla uppgávu sum einsamallur áleypari. Royndi tó at arbeiða og kom eisini væl aftur í vøllin í fleiri førum, og stuðlaði soleiðis miðvøllinum. Vann tó ikki eins nógvar luftbóltar sum vanligt, og var í tveimum førum nakað stuttur til frísparksinnlegg frá Súna Olsen. Gjørdi tó vart við seg, við at skumpa undir franska landsliðsvenjaran, tá hesin ikki vildi geva Rógva Jacobsen bóltin. Hetta fall ikki í góða jørð millum fronsku fjeppararnar, sum eisini lótu Rógva Jacobsen vita av hesum, tá hann varð skiftur út tíggju minuttir fyri leiklok.

7. Fróði Benjaminsen, 55/3
Var merkiliga lítið sjónligur leygarkvøldið, har millum lítið og einki sást til ársins leikara í Vodafonedeildini. Átti størsta føroyska kjansin, tá hann sparkaði ein leysan bólt upp um fáar metrar frá málinum, stutt fyri leiklok. Vann eisini føroyingum eitt fríspark í góðari støðu í seinna hálvleiki, men spældi annars tann mest anonyma landsdystin í rættiliga langa tíð.

8. Atli Danielsen, 34/0
Varð fluttur aftur á høgrabakk, har hann eisini byrjaði á landsliðnum í 2003. Prógvaði tíverri ikki, at hetta var ein røtt avgerð, tí klaksvíkingurin hevur spælt væl betri dystir enn tann leygarkvøldið. Var als ikki nóg avgjørdur í samband við næsta málið hjá Frankaríki, har hann tapti luftdystin við Gignac og ikki fekk rudda leysa bóltin burtur, umframt at hann í fleiri førum spældi seg óheppið av við bóltin.

9. Súni Olsen, 38/3
Hevur spælt betri landsdystir, men hevur rós uppiborið fyri sítt arbeiðsavrik. Í fleiri umførum var tað hann, ið tók strævna túrin aftur og ruddaði burtur í evstu løtu. Tordi móti dystarenda eisini at vera frekur og venda við fleiri franskmonnum í rygginum, har hann eisini vann eitt fríspark. Júst fríspørkini hjá Súna Olsen lógu eisini ógvuliga væl, men einastu ferðina hann royndi seg við beinleiðis frísparki, fór hetta væl framvið málinum.

10. Christian Høgni Jacobsen, 48/2
Slapp at royna seg í vinstra borði, nú Símun Samuelsen var leikbannaður. Átti tey bæði einasta føroysku skotini upp á mál í opnum spæli. Fyrra royndin er verd at nevna, har hann sjálvur vinnur luftdystin og síðani er frekur og skjýtur fyrstu ferð, men upp um. Seina skotroyndin er ikki verd at skriva heim um, og burtursæð frá hesum báðum støðunum, var tað lítið, sum Christian Høgni Jacobsen gjørdi vart við seg.

11. Bogi A. Løkin, 10/1
20 ára gamli Bogi byrjaði dystin í høgra borði og varð fluttur inn sentralt síðsta hálva tíman. Royndi at spæla bólt og átti lut í einasta gjøgnumspælda álopinum hjá Føroyum, tá hann hjálpti Jónas Þór Næs upp í høgru. Varð tó í fleiri førum runnin um koll, eins og Anelka tíðliga í seinna hálvleiki vísti honum, hvussu skjótar fintur skulu gerast.

14. Andreas Lava Olsen, 4/1
Kom inn í 79. minutti og vann ein luftdyst, sum tað allar fyrsta. Við teimum fimm minuttunum, dómarin legði aftrat, fekk leirvíkingurin eitt gott korter á vøllinum. Andreas Lava Olsen átti at vita, at minuttirnir ikki vóru nógvir, og tí er tað at undrast yvir, at hann ikki var meiri ágrýtin og ágandi hesa løtuna, eins og vit áður hava sæð á landsliðnum.

15. Jónas Þór Næs, 10/0
Tapti dystin um høgra bakk til Atla Danielsen, men prógvaði, at hann eigur at koma upp á tal til eina byrjunaruppstilling mikukvøldið, tá hann – nakað óvæntað – kom inn á høgra vong. Var høvuðsarkitekturin fyri einasta gjøgnumspælda føroyska álopið, men vinkulin gjørdist ov spískur og innleggið miseydnaðist. Stríddist annars væl og var ikki bangin fyri at taka neyðugu nærdystirnar.

18. Brian Olsen, 2/0
Fekk bara seks minuttir á vøllinum, sum er ov lítið til at gera eina meting av, men hetta er onnur ferðin, at tjørnuvíkingurin verður skiftur inn móti dystarenda á landsliðnum.