Stættastríðið er av?

Dagfinnur Danbjørg


Vinnarirnir eru funnir:

teir konservativu kristnu og

nýliberlistisku fólkafloksorienteraðu

úr øllum flokkum.

Og tapararnir eru:

Føroya fólk.

Fiskurin er avreiddur

til vinir í andanum.

Fiskiloyvini eru virðisøkt

við túsundals procentum

og verða veðsett, sum eru tey

privat ogn. Hálv milliard verður

útgoldin í vinningsbýti,

meðan tíggjutalsmilliónir

mvg-krónur verða stungar

í privatar lummar

og skattaundandrátturin

náar áður ósæddum hæddum

uttan eftirlit.

Tapararnir fáa

øktar medicinútreiðslur

í túsundtalskrónuklassanum

fyri hvønn og

eftirlønarmóttakarar fáa

nýggjan og øktan skatt og

hægri gjald á ellis- og

røktarheimum,

meðan arbeiðsfólk fáa fótin.

Alt meðan teir veruligi

makthavararnir:

pengamafian framvegis nýtir løgtingið

sum dukkuteatur í nýggjum

ætlanum um privatiseringar

av fólksins ognum:

Føroya Banka

Atlantic Airwais

SEV

Telesamskifti

ÚF/SVF

Skúlar og sjúkrahús

Postverk

Vatnverk

Landsjørð

Tunnlar osfr., osfr. osfr.

Og so kann Huxast

at m.a. partafelagsskatturin

verður avtikin

og at fleiri skattalættar

til tey vælbjargaðu

verður endurtikin

meðan fólkið svevur.

Fólksins verjar hava svikið

so dyggiliga.

Fólkið má sameint byggja

nýggja verju, skulu teir høgrakristnu og

nýliberalistisku ránsmenninir

steðgast, og ognir Føroya fólks

latnar fólkinum aftur.

Og ætlaða einskiljingsherferðin

eftir salamitaktikkætlan má fáa

neyðugu skotini fyri bógvin.

Alternativið eru Føroyar á húsagang

og vanliga fólkið enn einaferð í útlegd.

Hetta má ikki henda.

Ábyrgdin er okkara.