Trygdarráðið hjá ST samtykti í nátt einmælt at fordøma Norðurkorea, tí landið framdi eina kjarnorkuroyndarspreinging gjáranáttina Trygdarráðið sigur í samtyktini, at við royndarspreingingini hevur Norðurkorea gjørt ímóti fleiri altjóða samtyktum um landsins kjarnorkuvápnaætlan.
Tey 15 limalondini í trygdarráðnum mæla stjórnini í Norðurkorea til at halda samtyktirnar hjá ST og at gevast við tílíkum royndarspreingingum.
Fyribils bendir einki á, at Norðurkorea letur seg ávirka av mótmælum uttaneftir, tí í nátt boðaði stýrið í Pyongyang frá, at landið fyrireikar seg til eina rakettroynd, sum verður í dag ella í morgin.










