Stásilig læknahøli í føroyskum sniði

Í dag byrja Sølvi Winther Olsen og Turid Petersen læknaviðtaluna í nýggju læknahølunum í Havn. Palle Gregoriussen hevur teknað og honum líkt, so eru húsini endurnýggjandi, samstundis, sum ein fær kensluna av at standa undur neystavegginum.

Í gjár var lítil samkoma í nýggju læknahølunum í Gundadali í Havn í samband við, at hølini verða tikin í nýtslu í dag.

Tað eru Sølvi Winther Olsen og Turid Petersen, kommunulæknar, ið koma at virka í hølunum.

Hølini eru stásilig. Hvør lækni hevur 2 kanningarrúm og 1 viðtalurúm. Hetta er liður í tí, at yngru læknarnir frá Landssjúkrahúsinum koma í praktikk. Hetta er innbygt í teirra útbúgving, at teir koma 1/2 ár í ?turnus?, sum tað nevnist.

B.S.V hevur staðið fyri at at lata tilfarið til húsini, ið sostatt eru føroysk. Palle Gregoriussen hevur teknað og honum líkt, so eru húsini meistarliga endurnýggjandi, samstundis, sum ein fær kensluna av at standa undur neystavegginum.

Sølvi W. Olsen hevur sjálvur sitið í nevndini, ið hevur fyrireikað hølini. Hann er væl nøgdur við úrslitið. Húsini eru ljós, væl innrættað til endamálið og hædd er tikin fyri, at rørslutarnað hava lætt við at koma innar.

Longu í dag byrja kommunulæknanir at taka ímóti í nýggju hølunum, har talan ikki verður um at standa í røð við einum nummarseðli í hondini. Ætlanin er nevniliga, at allar avtalur skulu gerast frammanundan.



Teldur til læknar á veg


Hyggur ein inn í nýggju stásiligu hølini, so varnast ein, at pennur og pappír eru á skriviborðinum hjá læknanum, har ein annars hevði væntað at sæð eina stásiliga teldu við beinleiðis sambandi til vælútgjørda appotekið.

Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn sigur, at teldurnar eru á veg, men at bíðað verður eftir tilmæli frá umboðum fyri kommunulæknarnar, sum í løtuni kanna, hvørjar teldur skulu keypast og hvør skipan er skilabest at nýta.

Men Býráðið í Havn veit av teldutrupulleikanum og tey eru greið yvir, at ein íløga skal gerast í telduútgerð.