Stórverk eftir Gunnar Hoydal

Gunnar Hoydal

Í havsins hjarta

skaldsøga

Sprotin

517 blaðsíður

Kemur 18. oktober


Stutt undan næstseinasta aldaskifti kemur nýlærdur prestur, 24 ára gamal, til landið, beint sum ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Presturin er langabbi høvundans. Haðani tekur søgan um Føroyar í tjúgundi øld seg upp.

Í havsins hjarta er skaldsøga um tíðina frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, NATO, kalda kríggið og stóra skrædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi nakrar fáar mánaðir fyri nýggja aldaskiftið. Ein søga um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, eygleiðari, droymari og samstundis luttakari.

Gunnar Hoydal skrivar tekstir við støðu í egnum royndum, ólíkar og títt skiftandi millum heilaspuna og veruleika, minningarbrot og frían skaldskap, her sett saman í 39 partar til eina breiða skaldsøgu um heimin, landið og tíðina.

Skaldsøgan Í havsins hjarta eftir Gunnar Hoydal kemur í handlarnar 18. oktober.