Stórveldini eiga at leggja uppí sum skjótast

-USA, EU, Rusland og Kina eiga sum skjótast at leggja trýst á partarnar í Miðeystri fyri at fáa teir at gevast við bardøgunum. 60 ára stríð og kríggj hava lært okkum, at loysn fæst ikki uttan politiskar samráðingar. Megna stórveldini ikki hesa uppgávu, so eigur eitt land sum Noreg at taka stig til samráðingar aftur. Tað heldur Hans Holm, lektari og viðmerkjari

Hans Holm, fyrrverandi lærari og ein av teimum føroyingum, sum hevur fylgt gondini úti í heimi í mong ár og tískil ein av okkara bestu eygleiðarum og viðmerkjarum er ikki í iva um, hvat skal gerast fyri at steðga ólukkuligu støðuni í Miðeystri. Tað kann bert loysast politiskt og ikki við vápnum, og hann mælir til, at stórveldini vísa sína styrki og leggja trýst á partarnar.


-Hasir fýrarnir, sum sita í Skt. Petursborg í hesum døgum á G8 fundi kundu steðgað galskapinum í Miðeystri við at leggja trýst á allar partar. Bæði USA, EU, Rusland og Kina hava vald til at fáa partarnar at makka rætt.

-Fara teir at gera tað?

-Tað veldst um teir blíva bangnir fyri sær sjálvum. Nógv av vápnunum, sum Hizbollah brúkar hava teir fingið deils úr Sýria og úr Iran, sum aftur hava fingið tey úr Kina. Hetta er tí eisini ein partur av altjóða politiska spælinum. Kina og Rusland vilja sjálvandi ikki fara eftir Iran eins og USA vil tað, tí her er talan um eina altjóða valdstøðu.

Tað ringasta er, at eingin av pørtunum trúgva uppá hvønn annan. Illgrunin liggur so djúpt og er so gjøgnumførdur, at onkur uttanfyri má leggja uppí.

Tekur tíð
-Er eingin skjót loysn?

-Sjálvandi er ein loysn, men ikki frá nú av til í morgin. Um heimsveldini vildu tað kundu tey lagt trýst á partarnar, men hetta, sum hendir er eisini ein partur av teirra spæli.

-Hvat skal til fyri at broyta tingini til tað betra:

-At partarnir byrja at tosa saman aftur. Tað er avgjørt neyðugt at taka friðartilgongdina, sum norðmenn løgdu upp til, uppaftur. Partarnir noyðast antin teir vilja tað ella ei at tosa við hvønn annan. Tað er einasti máti hetta kann loysast uppá. Ein tvístatsloysn er tann einasta loysnin. Her er eingin onnur. Ísraelar og palestinar mugu slúka fleiri kamelar. M.a. mugu ísraelar viðurkenna rættin hjá palestinum at hava part av Jerusalem sum sín høvuðsstað, og palestinar mugu góðtaka ikki at koma heimaftur til Ísrael eftir at vera riknir út á sinni.

-Men tá partarnir sjálvir ikki megna at taka stig til samráðingar, so mugu væl onnur lond gera tað?

-Um stórveldini høvdu vilja, tvs. USA, EU, Rusland og Kina, so høvdu tey kunnað trýst partarnar til tað.

Hans Holm heldur, at USA misrøkir sín leiklut sum altjóða politi, nú landið sjálvt hevur átikið sær henda leiklut sum størsta maktin í heiminum. Um teir vilja, so kunnu teir. Men vit mugu heldur ikki gloyma Rusland og Kina, sum fegin vilja hava eitt orð at siga í heimssamanhangi. Tey vísa heldur ikki vilja til eina loysn við at stuðla hina síðuna í stríðnum.

Hans Holm heldur tað tí vera mest upplagt, at lond sum Norra taka stig og her hevur Norra nettupp víst seg at duga væl at reka friðardiplomati. Tað er eisini ófarligt, at slíkt stig kemur frá einum landi sum Noreg, sum er meira ella minni neutralt. Tað er ikki limur í EU.

Mørk
Alt hetta snýr seg um, hvar markini skulu vera út frá strategiskum sjónarmiðjum. Hvussu kann Ísrael best verja síni mørk. Hetta er tað Olmert fraktiónin stendur fyri.
At palestinar ikki kunnu semjast kemst av, at tað umframt at vera ósemja millum Hamas og Fatah, so er eisini Innanhýsis stríð bæðí í Fatah og Hamas Teir víðgongdu sleppa tí at gera bæði eitt og annað, tí har er eingin at sparka teir uppá pláss. Eitt úrslit er fangatøkan herfyri.

Hans Holm sigur seg annas skilja ísraelar, at teir reagera. Tað er eingin stuttleiki at búgva í einum samfelag, har tú alla tíðina kann risikera at fáa eina rakett í høvdið.

-Men skal tú fáa frið so má tað gerast politiskt. Tað nyttar ikki at gera hetta við hernaðarmegi fyrr enn tann eini av pørtunum er ruddaður av vegnum. Tað kann ikki vera meiningin. Vit mugu bara ikki vóna, at sýrar leggja seg út í hetta stríð, tí so veit eingin, hvat hett kann enda við.

Ísrael nógv tað sterkasa landið í Miðeystri, men vit hava 60 ára royndir við at hernaðarligt vald loysir ikki politisku trupulleikarnar. Tí tá hevði tað verið loyst fyri langari tíð síðani. Tað kundi Georg W. havt gott av at hoyrt.