Líkt er til, at stórvask verður á skránni í Premier League felagnum, Manchester United.
Zlatan Ibrahimovic, Memphis Depay, Morgan Schneiderlin, Marcos Rojo, Matteo Darmian, Bastian Schweinsteiger, Phil Jones, Michael Carrick og Ashley Young verða allir burtur komandi summar, tað skrivar enska blaðið "The Telegraph".
Memphis Depay, Morgan Schneiderlin, Marcos Rojo og Matteo Darmian eru sambært The Telegraph til sølu, tí teir avrika ikki nóg væl. Bastian Schweinsteiger, Phil Jones, Michael Carrick og Ashley Young skulu seljast í seinasta lagi komandi summar, sambært The Telegraph.
Enska blaðið "Daily Mirror" skrivar í sínum lagi, at amerikanska felagið, LA Galaxy er til reiðar at bjóða Zlatan Ibrahimovic ein sáttmála, har Zlatan hevur væl betri møguleikar at avrika enn í Premier League, har hann ikki tykist at hava leikferðina, sum krevst. Daily Mirror væntar, at Zlatan fer at taka av tilboðnum at enda yrkisleiðina hjá sær í USA, har hann kann spæla ein størri leiklut enn hann ger í Premier League.
Eitt annað enskt blað, The Sun skrivar, at høvuðsvenjarin hjá Manchester United, José Mourinho arbeiðir við at tryggja sær uruguayanska verjuskansan hjá Atletico Madrid, Diego Godin. Tað fer tó at kosta Manchester United nógvan pening, tí Diego Godin má keypast leysur av sáttmálanum hann hevur við Atletico Madrid.