Fyrsta mánaðin í ár var skattainntøkan í Nes kommunu stívliga 13% hægri, enn hon var í januar í fjør.
- Tað vóru hugalig tíðindi at frætta hjá okkum í Nes kommunu, tá Taks fríggjadagin hin 1. februar legði fyrstu skattatølini fyri 2013 fram.
Tað sigur Nes kommuna, sum vísir á, at sambært tølum hjá Taks var kommunuskatturin í Nes kommunu í januar 2013 2.714.224 krónur. Til samanburðar kann nevnast, at kommunuskattainntøkan í januar í fjør var 2.394.175 krónur.
- Talan er soleiðis um eina meirinntøku á 320.049 krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 13,37%.
Lagt verður aftrat, at miðalvøksturin í kommunuskatti í januar roknaður fyri alt landið var sambært Taks 1,14%.
. Vit fegnast um framgongdina í januar. Ein av orsøkunum kann vera, at tað var meiri saltfiskaarbeiði í januar í ár, enn tað var í fjør, sigur kommunan.
Kommunuskattaprosentið í Nes kommunu er 20,5, og barnafrádrátturin er 5000 krónur. Hesi tøl eru tey somu, sum tey vóru í fjør.
Vøkru vetrarmyndina av Toftum eigur Torleif Johannesen.