Tað er stórt virksemi í Hvannasunds kommunu, og tað sæst aftur í kommunukassanum. Skattainntøkan fyri trý fjórðingsár er fyri fyrstu ferð omanfyri tíggju milliónir krónur.
Trý tey fyrstu fjórðingsárini var fyribils kommunuskatturin 22,17 prosent hægri, enn hann var sama tiðarskeið í fjør. Inntøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 10. 726.499 krónur. Sama tíðarskeið í fjør var inntøkan 8.779.637 krónur. Meirinntøkan var harvið 1.946.862 krónur.
Hvannasunds kommuna fevnir um Múla, Norðdepli, Depli, Norðtoftir og Hvannasund.
Á nýggjárinum búðu tað 406 fólk í Hvannasunds kommunu.
Borgarstjóri í Hvannasunds kommunu er Irdi Jacobsen.
Skattainntøkan í grannakommununi, Viðareiðis kommunu, var fyrstu níggju mánaðirnar í ár 9.691.536 krónur. Har var vøksturin 7,87 prosent, sum svarar til 706.947 krónur.
Á nýggjárinum búðu tað 352 fólk á Viðareiði, sum er einasta bygdin í Viðareiðis kommunu.










