Sambært heimasíðuni hjá Hagstovuni, var innflutningurin fyrstu 2 mánaðirnar í ár var 1,2 milliardir krónur. Tað eru 206 milliónir krónur meir enn somu mánaðir í fjør.
Tað er serliga skip og flogfør, sum er størsti posturin í innflutninginum, gott og væl helvtin.
Um skip og flogfør verða tikin burt, eru tað serliga brennievni og rávøra til fiskavirking, ið vaks í innflutningi við eini øking á ávikavist 70 milliónum og 45 milliónum.
Sama tíðarskeið var útflutningurin 1.5 milliardir krónur, sum ein hækking 200 milliónir krónur í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Tað er fyrst og fremst uppsjóvarfiskur, ið økir um útflutning okkara. Útflutningur av uppsjóvarfiski vaks við tilsamans 249 milliónum, frá 257 milliónum til 506 milliónir, fyrstu tveir mánaðirnar í ár.