Stórur vøkstur er í byggivinnuni. Lønargjaldingarnar innan hesa vinnu øktust við heili 24 prosentum fyrstu 9 mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Hetta er á leið sami vøkstur, sum var frá 1998 til 1999.
- Eftirspurningurin er stórur, meðan útboðið hevur ilt við at fylgja við, so tørvur er á bæði sethúsum og íbúðum, sigur Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini hjá sær.
- Stóri trupulleikin er helst ov lítil útstykking av grundstykkjum, men eisini tørvur á fleiri handverkarum trýstir prísirnar uppeftir.
Búskaparrráðið mælir til, at talið av útstykkingum til grundstykki verður økt, og harafturat heldur ráðið, at almenn ella privar íbúðarbygging er ein møguleiki, sum higartil ikki hevur verið nýttur í nóg stóran mun.