Stórur ítróttardagur verður á Rás 2 í dag, har sent verður beinleiðis frá øllum teimum stóru ítróttartiltøkunum, sum vera í dag.
Byrjað verður klokkan 16:30 úr Gundadali, tá Tróndur Arge sigur beinleiðis frá fyrru hálvfinaluni millum HB og AB.
Síðani verður sent beinleiðis frá høllini á Hálsi, har a-landsliðið hjá Føroyum og Serbia spæla landsdyst í hondbólti. Hilmar Jan Hansen sigur frá tí dystinum.
Til seinast verður eisini sent beinleiðis úr Gundadali aftur klokkan 19:15, tá B36 og TB/FCS/Royn spæla fyrru hálvfinalu. Tað er aftur Tróndur Arge, ið sigur frá tí dystinum.
Til ber at hoyra Rás 2 á netinum við at trýsta á www.midlar.fo.
Frásagnir á Rás 2 í dag:
16:30 – HB-AB Fótbóltur (Tróndur Arge)
19:00 – Føroyar-Serbia Hondbóltur (Hilmar Jan Hansen)
19:15 – B36-TB/FCS/Royn Fótbóltur (Tróndur Arge)










