Stórur tørvur á viðgerð fyri seinárin

Almannaverkið ásannar tað, sum KRIS hevur ført fram í mong ár; tørvurin á viðgerð fyri seinárin av kynsligum ágangi í barnaárunum er stórur.

Almannaráðið ásannar nú tað sama, sum felagsskapurin KRIS hevur ført fram í mong ár; at tørvurin er stórur á viðgerð fyri seinárin av kynsligum ágangi barnaárini.

 

Nú hevur Almannamálaráðið, í samstarvi við felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, skipað viðgerðartilboðið. Hetta er gjørt í tráð við heildarætlanina um kynsligan ágang, sum varð handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í mars 2015.

 

Viðgerðartilboðið, sum Almannamálaráðið skipar í samstarvi við felagið hjá Føroyskum Sálarfrøðingum, varð boðið út fyrr henda mánaðin, og longu nú eru tey nógv, sum eru farin í viðgerð.

 

-Hetta staðfestir tað, sum vit hildu okkum vita frammanundan, nevniliga at tørvurin á slíkum tilboði er stórur, sigur Annika Helgadóttir Davidsen, forkvinna í Felagnum føroyskir sálarfrøðingar.

 

Viðgerðartilboðið, sum er ókeypis, er fyri øll vaksin fólk, sum hava trupulleikar av seinárinum, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn. Tey, sum ynskja at fáa hesa viðgerð, skulu sjálv seta seg í samband við ein av teimum sálarfrøðingum, sum standa á listanum hjá felagnum. Listin er at finna á heimasíðuni hjá felagnum, psykolog.fo. Tey, sum vilja hava viðgerð hjá sálarfrøðingi fyri seinárin, kunnu lesa meira á amr.fo.