Nógvir pedagogar ella námsfrøðingar eru klaktir út av Føroya Læraraskúla, ið síðani 1992 hevur havt námsfrøðiligan lestur. Umframt hevur hópur av føroyingum leitað sær til Danmarkar at útbúgva seg og tað gera nógv støðugt. Á summum lærustovnum í Danmark er eitt rættiliga fitt tal av føroyingum, ið ætla at verða námsfrøðingar. Tí umframt, at tað er stórur eftirspurningur eftir námsfrøðingum, eru umsøkjararnir til Læraraskúlan nógvar ferðir fleiri á hvørjum ári, enn skúlin megnar at taka inn.
- Seinastu trý árini hava vit tikið ein flokk við 24 næmingum inn um árið og ein flokkur verður liðugur á hvørjum ári. Vit eru komin í eina fasta legu í so máta. Men tað sigur kortini einki um, hvussu nógv søkja inn á skúlan. Freistin at søkja inn til næsta skúlaár er ikki úti fyrr enn í morgin, men higartil sær út til, at umsøkjararnir verða eitt sindur færri enn í fjør, tá ið 160 søktu, sigur Pauli Nielsen, stjóri á Føroya Læraraskúla.
Gjørt vart við støðuna
Stjórin á Føroya Læraraskúla hevur yvir fyri avvarðandi myndugleikum gjørt vart við stóra tørvin á námsfrøðingum um alt landið. Men skúlin rennur seg í ein trupulleika, um hann skuldi tikið fleiri næmingar inn. Skúlin hevur nevniliga ikki rúm fyri fleiri næmingum soleiðis sum hølisviðurskiftini eru.
- Vit hava hvørki pláss fyri fleiri námsfrøðingum ella lærarum, sigur Pauli Nielsen.
Av teimum 620 fólkunum, ið starvast á dagstovnum, døgnstovnum og serstovnum í Føroyum, hevur triðingurin ella 220 útbúgving sum námsfrøðingur. Og í og við, at tørvurin á dagstovnum alsamt veksur, veksur eisini tørvurin á námsfrøðingurin.
Samsvar
Umsøkjararnir til læraraútbúgvingina á Føroya Læraraskúla eru eitt sindur fleiri í ár enn í fjør. Talið hevur ligið á umleið 80 umsøkjarar um árið.
- Innan fólkaskúlan er ikki sami eftirspurningurin eftir útbúnum fólki, tað er við at vera fylt upp, men kortini, tey sum koma út av skúlanum fáa størv. Talið av fólki, ið verða liðug, svarar nøkulunda til tørvin, sigur Pauli Nielsen.
Umsóknirnir til lærara- og námsfrøðiligu útbúgvingina verða viðgjørdar so skjótt, freistin er úti, og seinast í hesum mánaðinum fáa umsøkjararnir at vita, um teir eru slopnir inn um nálareygað, ella um teir mugu royna eina aðru ferð.