Eitt føroyskt átak, undir leiðslu av Jógvani Zachariassen og Jeffri Johannesen hava sett sær fyri at útvega pening til at nøkta henda tørvin. Bíbliurnar kosta ikki meiri enn 20 kr. stykkið. Stovnað er ein konto í Eik “Bíbliur til Kina”, hagar fólk kunnu flyta pening, um tey vilja stuðla bíbliuarbeiðinum, og sum bróðir Yun – betri kendur undir navninum “hin himmalski maðurin” – stendur fyri.