Stórur stuðul til Ung i Norden 2006

Ungdómslistastevnan Ung i Norden, sum verður í Føroyum næsta ár, hevur fingið 1, 75 mill í stuðli frá barna- og ungdómsnevndini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum
- Hetta er ein stór álitisváttan til okkara mentanarlív, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum

Ung i Norden

Í fjør bjóðaðu Føroyar seg fram at fyriskipa Ungdómslistastevnuna Ung i Norden 2006. Hesum játtaði barna- og ungdómsnevndin hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum, BUK, í heyst. Stevnan verður hildin í Føroyum um mánaðarskiftið juni-juli 2006, tá eini 250 ung úr øllum Norðurlondum íroknað Sámalandi koma til Føroya at luttaka.

Spennandi og væl fyrireikað
Tað er BUK, sum hevur ábyrgd av stevnuni, og í døgunum 16. og 17. juni 2005 vóru tey á fundi við føroysku fyriskiparanar.
Ein verkætlanarbólkur við umboðum fyri Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommunu, Føroya Ungdómsráð og Meginfelag áhugaleikara Føroya hevur arbeitt við fyrireikingunum til stóru Ungdómslistastevnuna. Hedvig Westerlund-Kapnas, ið m.a. hevur drúgvar royndir at fyriskipa mentanarstevnurnar Ung í Føroyum, er sett sum verkætlanarleiðari.
Á fundinum í Føroyum fekk BUK kunning um ítøkiligu ætlanirnar og fyrireikingarnar í sambandi við Ung i Norden 2006. BUK metti verkætlanina vera sera væl fyrireikað og spennandi. Nevndin avgjørdi at játta kr. 1,75 mió í stuðli til Ung i Norden 2006, og er hetta størsti einstaki stuðul, sum BUK hevur givið til Ung i Norden.

Álitisváttan
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at hann er sera fegin um stuðulin frá BUK. Samstundis hevur Mentamálaráðið játtað tilsamans kr. 500.000 í stuðli til Ung i Norden 2006 býtt yvir tvey ár.
- Hetta er stór álitisváttan til okkara mentanarlív, sum hevur átikið sær at skipa fyri hesum megnar norðurlendska mentanartiltakinum fyri listaáhugað ung. Hetta er stór avbjóðing eisini fyri okkum sum vertsland, og eg ivist ikki í, at føroyska mentanarlívið og serliga skapandi ungdómsmentanin her heima fáa stórt gagn av slíkari stevnu. Eg eri tí fegin um, at eisini Mentamálaráðið kann veita hollan stuðul til Ung i Norden 2006, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.

Meira um BUK og norðurlendskt barna- og ungdómsmentanarsamstarv er at finna á www.valhalla.norden.org.