Stutt fyri døgverða í dag, fekk Landsverk boð um, at ein stórur steinur var lopin á vegin í Sandarlíð, sum er vegurin ímillum Sand og eysturbygdirnar í Sandoy, Skarvanes, Skálavík, Húsavík og Dal.
Bjarni Petersen, økisleiðari fyri Miðøkið á deildin fyri infrakervi hjá Landsverki, sigur, at steinurin vigaði hálvtannað til tvey tons, og hann lá mitt á vegnum. Ongin varð raktur, men bilar sluppu ikki framvið, fyrrenn hann var fingin av vegnum aftur.
Hann sigur, at tað hendir seg meiri enn so, at tað loypir á vegin, bæði í Sandarlíð, og aðrastaðni og at manning frá Landsverki má fáa grót av vegnum.
Summastaðni hava tey loyst tað mesta av trupulleikanum við at spenna net í brekkuna og aðrastaðni hava tey grivið veitina framvið so víða, at hon tekur tað mesta av tí gróti, sum dettur oman.
Tað koyra einir 400 bilar í Sandarlíð um dagin, men tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, er væntandi, at ferðslan fer at veksa.
Í Samferðsluætlanini hjá Landsverki stendur, at ætlanin er at gera tvær farbreytir og at tryggja vegin ímóti omanlopi. Í 2012 var tað eitt arbeiðið, sum varð mett at kosta 29 milliónir.
Men ein annar máti er at gera ein tunnil upp á 380 metrar ígjøgnum, har tað er ringast at breiðka vegin og tann tunnilin fer at kosta 50 milliónir.
Undir øllum umstøðum sigur Bjarni Petersen, at talan er um eitt so mikið stórt arbeiði, at ein játtan má setast á fíggjarlógina til endamálið, tí tað kann ikki fara av rakstrinum hjá Landsverki.










