Stórur spenningur um uppflytingina

Serlig dysturin millum ÍF og TB hevur stóran týdning fyri, hvat av fyrrverandi meistarraliðunum skal liggja væl fyri í endaspurtinum


 

2. deild


Tað er tætt í toppinum í næstbestu deildini. Skálamenn eru ovastir við 24 stigum. Í dag fáa teir vitjan av LÍF, og sambært stigatalvuni er lítil ivi um, at heimaliðið er stórfavorittur. Skáli hevur ongantíð verið í bestu deildini. Nú er tað upp til teir sjálvar at gera av, um teir skulu flyta upp. Næstu ferð skulu teir spæla á útivølli ímóti botnliðnum í Gøtu.

Avgerandi fyri um teir sleppa gjøgnum portrið til bestu deildina fara ivaleyst at verða heimadysturin ímóti Sumba og útidysturin í Fuglafirði, sum eru á skránni í 16. og 17. umførunum.

Fyri Skála hevur tað eisini stóran týdning, hvussu tað fer at tørna út, tá TB í dag vitjar í Fuglafirði. ÍF og TB eru hini bæði liðini, sum stríðast fyri uppflyting. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey hava sæð betri dagar. ÍF hevur eina ferð vunnið FM, og TB hevur verið meistarisjey ferðir.