Fýra dystir í 11. umfari í EFFO deildini eru á skránni seinnapartin ídag. Tann fimti varð spældur fríggjakvøldið, tá ið tað endaði 2-2 millum ÍF og EB/Streym.
HB er sjey stig frammanfyri tey næstu, og tað er ikki lítið sannlíkt, at oddasessurin verður uppaftur tryggari seint seinnapartin.
Um næstfremsta plássið er spenningurin stórur. Frá KÍ, sum er á øðrum plássi, og aftur til Víking, sum er á sætta plássi, eru trý stig. Um NSÍ fær fulla úrtøku í Klaksvík, so leypur NSÍ av fimta og fram á næstfremsta plássið.
Í botninum verður lyklauppgerð við Stórá í Trongisvági, tá TB fær vitjan av 07Vestur.
Líkindini eru góð í morgun, og hann sigur 7 til 10 stig og eitt sindur av sól seinnapartin. Lotið av suðri og útsynningi fer at vaksa, men tað verður neyvan fyrrenn eftir at síðsta bríkslið í 11. umfarið hevur verið.
11. umfar
Í dag
KÍ-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Víkingur-B36: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
HB-AB: Alex Troleis kl. 15.00
TB-07Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Fríggjakvøldið
ÍF-EB/Streymur 2-2
Støðan
HB 24 stig
KÍ 17 stig
ÍF 17 stig
EB/Streymur 15 stig
NSÍ 15 stig
Víkingur 14 stig
B36 12 stig
TB 11 stig
07Vestur 7 stig
AB 2 stig
ÍF og EB/Streymur hava spælt 11 dystir, og hini liðini hava spælt 10 dystir