Stórur spenningur um Senatið

Í USA lótu tey fyrstu valhølini aftur fyrr í kvøld, men tað endaliga úrslitið av miðvalinum kemur ikki fyrr enn í fyrsta lagi í nátt. Fyribils bendir alt á, at demokratarnir fara at missa meirilutan í Umboðsmannatinginum, har allir limirnir standa fyri vali í dag.

Harafturímóti er stórur spenningur um, hvussu valið til Senatið fer at enda. 37 av teimum 100 senatorunum standa fyri vali í dag. Tað er greitt, at demokratarnir fara at missa nakrar, men tað er kortini ivasamt, um teir missa so nógvar, at teir missa meirilutan.

Spenningurin um senatsvalið er serliga stórur í statunum Washington, Kalfornia, Colorado, Illinois, Pensylvania, West Virginia og Nevada.