Stórur spenningur um Føroyabanka

Gastronomiskir gómar kunnu nú gleða seg til Føroyabanka døgurðarnar langafriggjadagskvøld og páskaaftan.

Johan Mortensen, kveikjari, veit at siga, at gastronomiskir gómar nú kunnu gleða seg til Føroyabanka døgurðarnar langafriggjadagskvøld og páskaaftan á matstovuni Barbaru.

 

- Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, sum er á Føroyabanka, hevur longu fingið ta nøgd av toski, sum matstovan Barbara skal brúka. Men, skipið kemur ikki inn fyrr enn mikumorgunin, tá flekjarar úr Leirvík standa klárir.

 

Johan Mortensen veit at siga, at stórur áhugi er millum fiskimenn at vita, hvussu støðan er, nú útlitini á Føroyabanka seinnu árini alsamt hava verið batnandi.

 

- Áður hevur verið sagt, at nógv smá hýsa er á Føroyabanka, og mangt bendir á, at tað eisini eru spennandi útlit við toskinum. Men, enn vita vit ikki, hvørji nágreiniligu útlitini eru, leggur hann aftrat.

 

Johan Mortensen heldur, at tað verður spennandi at frætta nærri frá Havstovuni, tá túrur er lokin, og tey vita nærri, hvussu út sær á Føroyabanka í vár.