Stórur spenningur um boring við markið

Risastóra oljufelagið ChevronTexaco er júst liðugt við at bora ein kanningarbrunn skamt frá føroyska markinum. Felagið setti hol á ?spudded? við boriskipinum West Navion tann 28. mars og endaði boringina 20. apríl. Talan er um ein brunn í teiginum 204/17, sum liggur tætt uppat loyvinum hjá Agip og Føroya Kolvetni á føroyska landgrunninum., ella umleið tveir kilometrar frá sjálvum markinum.

Oljuleiting
Frá skrivstovuni hjá ChevronTexaco í Bretlandi verður upplýst, at brunnurin er eitt sokallað ?tight hole? tvs. at einki verður upplýst alment um úrslitið av boringini. Vit frætta tó, at boringin upprunaliga varð ásett til at vara í umleið 50 dagar . Nú boringin bert tók góðar tríggjar vikur ella bert umelið helvtina av tíðini, sum ásett varð til boringina, spurdu vit hjá ChevronTexaco, um hetta merkir, at tey hava troffið við olju ella um tað merkir, at har var einki at fara eftir, er svarið, at ongir upplýsingar fara út í løtuni.

Prospektið eitur ?Fleet North? og hevur fyrr ljóðað, at ChevronTexac o hevur havt stórar vónir til júst hetta prospektið, sum felagið fekk tillutað í 19. rundu í harðari kapping við fleiri onnur oljufeløg. Tað liggur á meira enn 1000 metra dýpi.

Fyri leitingina á føroyska landgrunninum hevur hesin brunnurin stóran áhuga. Tí er talan um eitt fund, so merkir tað samtíðis, at fundið vil vera tað, sum liggur tættast upp at markinum. Annars er brunnurin nakað vestan og norðan fyri verandi oljufeltini Schiehallion og Foinaven.