Tað er sjómannadagur í Klaksvík ídag. Hjá mongum man ein partur av skránni vera landskappingardysturin millum KÍ og Skála. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45. Tá fara nýggju ljósini kring vøllin av álvara at verða roynd fyri fyrstu ferð.
19. umfar er á skrá. Orsaka av væl eydnaðu Europa luttøkuni hevur KÍ bara spælt 16 dystir. Næstu vikuna skal KÍ spæla tríggjar dystir. Í kvøld á heimavølli ímóti Skála, mikukvøldið á heimavølli ímóti B36 og annan sunnudag á útivølli ímóti EB/Streymi.
Skála og KÍ hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. 13. mai vann KÍ 1-0 á heimavølli, og 14. juni vann KÍ 2-0 á Skála.
Hjá KÍ er Deni Pavlovic leikbannaður, og Óli Eyðsteinsson Poulsen er langtíðarskaddur. Ólavur Niclasen er eisini skaddur. Allir tríggir norðmenninir hava verið darvaðir av skaðum, og tað ber við sær, at tað er ivasamt, hvønn leiklut teir eru førir fyri at hava íkvøld – Simen Sandmæl, Torbjørn Grytten og Magnus Stamnestrø.
Ísak Simonsen hevur ikki vant í vikuni, tí hann hevur verið sjúkur. Tað er ivasamt, um hann er førur fyri at spæla íkvøld.
Hjá Skála er tað dyggur smeitur, at liðformaðurin og undangongumaðurin á miðvøllinum, Pætur Dam Jacobsen, er so mikið illa skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla. Hann hevur verið á vøllinum allar 51 dystirnar á tamb í landskappingini og steyakappingini, sum Eyðun Klakstein hevur verið venjari á Skála.
Edvin Jakobsen er langtíðarskaddur. Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen og Niels Pauli Danielsen eru skaðadarvaðir. Tað er ivasamt, hvønn leiklut teir verða førir fyri at spæla íkvøld.
KÍ misti mikukvøldið oddasessin, tá ið NSÍ vann í Fuglafirði. NSÍ hevur 39 stig, og KÍ og B36 hava 38 stig. Tað vil siga, at um tað eydnast klaksvíkingum at vinna í kvøld, so taka teir oddasessin aftur. Skála er á sætta plássi við 24 stigum.
KÍ – Skála: Dagfinn Forná kl. 19.45.