Stórur skaði á Høvuðsjarnbreytarstøðini

Minst sjey fólk fingu skaða á høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn fyri lítlari løtu síðani, tá ein koyrileidningur datt niður Minst sjey fólk fingu skaða fyri løtu síðani, tá ein ein koyrileidningur datt niður á høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn. Hetta sigur heimasíðan tv2.dk.

Tey, sum eru komin til skaða, stóðu á sporinum millum tokbreyt fimm og seks beint sum eitt tok kom inn á breytina. Brádliga fór ein koyrileidningur at sveiggja, áðrenn hann datt omanyvir fólkini, sum stóðu og bíðaðu eftir tokinum. Fólkini hava fingið streym ígjøgnum kroppin, sigur Preben Jensen, vakthavandi hjá donska løgregluni, sum er á veg á staðið saman við fleiri sjúkrabilum. Sum skilst, so hevur minst ein av teimum sjey fingið álvarsligan skaða.

Løgreglan hevur avbyrgt økið millum Tietgens brúnna og Bernstorffsgade, og sálarfrøðingar og sløkkiliðsfólk eru møtt upp í stórum tali fyri at taka sær av teimum, sum eru komin til skaða, umframt øðrum, sum hava brúk fyri hjálp.

Øll ferðsla á tokbreyt fimm og seks er fyribils steðgað inntil havarikommisiónin hevur kannað umstøðurnar viðvíkjandi vanlukkuni.